Tyr - Nornagest Ríma lyrics

Published

0 211 0

Tyr - Nornagest Ríma lyrics

Eitt er frøðið um Nornagest, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tílíkum góðum gekk han næst, -hvør ein sveinur geri so- Oksar tólv vóru leiddir á torg Og so fram á fríðu borg Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi. Kongur ætlar at høgga teir, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tílíkum góðum gekk tað við gleim. -hvør ein sveinur geri so- Kongurin hjó so mikið høgg, At blóðið dreiv við benjar døgg Allir duttu teir deyðir niður, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Øxin stóð í stokki við. -hvør ein sveinur geri so- Allir lovaðu hilmarhøgg, Blóðið dreiv um benjardøgg. Har kom kall við høkjur tvær, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Studdist so fast á báðar tær. -hvør ein sveinur geri so- Kongurin kvøður kalli blíttt: ”Hví lovar tú ikki høggið mítt” Yvrið harra var høggið títt, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Í forðum sá eg vænari slíkt. -hvør ein sveinur geri so- Tá skalv bæði leyv og lund, Sjurður høgg ormin í miðju sundur.” anst tú siga frá Sjurð svein, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Hann var frægur av fornum ein. -hvør ein sveinur geri so- Tað kann eg siga Sjurði frá, Tílikan eingin við eygum sá. Høgni var ein heiðursmann, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Ljotan av lit so kendi eg hann. -hvør ein sveinur geri so- Gunnar var so reystur og ríkur, Fróður og blíður og Gunhild líkur. Fróður og blíður og Gunhild líkur, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Seint man føðast annar slíkur. -hvør ein sveinur geri so- Faðir mín átti fríðdligt bú. Fjól tað mikið um manga kú. Eg sat á skógvi og goymdi hest, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Helst tá ið veðurið var best. -hvør ein sveinur geri so- Riðu teir um dikið heim, Gunnar og Høgni og Sjúrður svein. Ríðu teir um díkið tá, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Eg var sevin og sá hará. -hvør ein sveinur geri so- Gunnars hestur sprakk um fyrst, Gunnar kandi væl tann dyst. Høgna hestur sprakk um tá, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Grani fastur í feni lá. -hvør ein sveinur geri so- Sjúrðar hestur sprakk um síðst, Tá gav Guð mær goðan list. Grani fell í fenið fast, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Galtagjørðin sundur brast. -hvør ein sveinur geri so- Allir stigu úr søðlum teir, Gunnar, Høgni og Sjúrður svein. Allir tuga á dýran hest, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Sjúrður tugar á teymar mest. -hvør ein sveinur geri so- Ofta havi eg um díkið trott Bæði dag og døkka nátt. Gestur, ger mær viljan ein -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tváa mín góða gangara rein'. -hvør ein sveinur geri so- Sylgjan, íð sundur brast fyri mær, Hana, Gestur, gevi eg tær. Riðu so fram at eina á, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Eingin kundi til manna sjá. -hvør ein sveinur geri so- Eg tváaði hans bróst og bringa rein', Hans lær og legg og langa bein. Góðan gangara gjørdi eg rein', -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Síðan hevði meg Sjurður til svein. . -hvør ein sveinur geri so- Vær ríðum so fram á Fávnis ból, Har skein gull sum geisar av sól. Eg tók eitt hár av sama hesti, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tað var sítt og vaxið mest. -hvør ein sveinur geri so- Tað var favn og feti sítt. Glógvaði rætt sum silvur hvítt. Eg havi í forðum farið vítt, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Ei funnið ljós og lívið mítt.” -hvør ein sveinur geri so- Kongur gav honum skaft og skeið, Og sjálvur segði han kalli leið. Í Fraklandi er vatnið vítt, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Har er ljós og lívið títt. -hvør ein sveinur geri so- Leingi kavaði kurtis mann, Áður hann beint á blýggið fann. Kørnar prestur skírði hann, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tá leið lív sum ljósið brann. -hvør ein sveinur geri so- Tá ið ljós í lyktu var brent, Tá var lív og levnað ent.