Terji Rasmussen - Ljóðmynd lyrics

Published

0 579 0

Terji Rasmussen - Ljóðmynd lyrics

Myrkrið sígur yvir tekjur leggur skuggar undir trø guitarljóð úr einum glugga spæla sorgarbundin løg Út í kvøldið hoyrist látur lokkar fram eitt lítið bros hoyri gneggj frá einum hesti og úr bønum vættratos Reyðar baklyktir á vegnum bilar strúka skjótt framvið myrkir skuggar undir steyrum fólk ið ganga lið við lið Tømi enn ein kopp av kaffi murri við til lívsins ró leggi høvdi á mín kodda sovni inn til kvøldsins ljóð