T.R. - Gátu Ríma lyrics

Published

0 154 0

T.R. - Gátu Ríma lyrics

Gestur villur frá høllini gongur Blindur er hann og fáur Møtir hann einum gomlum manni Allur í hærum gráur Far tú tær í grasagarð Og ráð fyri tíni bú: Eg skal mær fyri Heiðrik kong Og gátur kenni nú Treðum lættliga dansin Dagurin skín so f*gurliga Komin er hægst á summarið Tríati eru gáturnar Git mær ein av teim: Hvussu eiter sá reyða trumma Ið slær yvur allan heim? Vita man eg gátuna Eg giti tað fyrstu av teim: Toran eitur sá reyða trumma Ið slær yvur allan heim Treðum lættliga dansin Dagurin skín so f*gurliga Komin er hægst á summarið Vita man eg gátuna Eg fari ei við tí hátt: Óðin ríður sínum hesti Bæði um dag og nátt Óðin gjørdist villini fuglar Fleyg sær út í hav Brendi inni Heiðrik kong Og alt tað lið, har var Treðum lættliga dansin Dagurin skín so f*gurliga Komin er hægst á summarið