T.R. - Ormurin Langi lyrics

Published

0 162 0

T.R. - Ormurin Langi lyrics

Viljið tær hoyra kvæði mítt Viljið tær orðum trúgva Um hann Ólav Trygvason Hagar skal ríman snúgva Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Knørrur varð gjørdur á Noregis landi Gott var í honum evni; Sjúti alin og fýra til Var kjølurin millum stevna Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Har kom maður á bergið oman Við sterkum boga í hendi: Jallurin av Ringaríki Hann meg higar sendi Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Einar skalt tú nevna meg Væl kann boga spenna Tambar eitur mín menski bogi ørvar drívur at renna Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Hoyr tú tað, tú ungi maður Vilt tú við mær fara Tú skalt verða mín ørvargarpur Ormin at forsvara Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Gingu teir til strandar oman Ríkir menn og reystir Lunnar brustu og jørðin skalv Teir drógu knørr úr neysti Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Einar spenti triðja sinni Ætlar jall at raka Tá brast strongur av stáli stinna Í boganum tók at braka Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Allir hoyrdu strongin springa Kongurin seg undrar Hvat er tað á mínum skipi So ógvuliga dundrar Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Svaraði Einar Tambarskelvir Kastar boga sín Nú brast Noregi úr tínum hondum Kongurin harri mín Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting Nú skal lætta ljóðið av Eg kvøði ei longur á sinni Nú skal taka upp annan tátt Dreingir leggi í minnið Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregis menn Til Hildar ting