Eivør Pálsdóttir - Elisabet og Elinborg lyrics

Published

0 250 0

Eivør Pálsdóttir - Elisabet og Elinborg lyrics

Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári hon syngur og hon dansar frítt og frøist nú um várið. Hon spælir sær við blómurnar hon elskar vakrar litir sum ein føgur sóljudrotning í grasinum hon situr. Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum hon málar vakrar málningar við gulum og við reyðum. Hon málar allar litirnar, sum dagurin man eiga, sum ein føgur stjørnusól Elisabet Maria. Brátt so verður friðarligt og fuglaveingir hvíla sólin bjarta svevur nú, og mánin fer at skína. Tá fara tær til pápa sín sum søgur veit at siga og nú svevur lítla Elinborg og Elisabet Maria. Tá fara tær til pápa sín sum søgur veit at siga og nú svevur lítla Elinborg og Elisabet Maria.